Salmon Fishing on the Faroe Islands
  • © 2024 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Stacks Image 24
Føroya Sílaveiðufelag er eitt gamalt felag í Føroyum, har limirnir hava arbeitt fram móti einum villum laksi tú kanst fiska eftir.
Laksayngul vóru sett út í løkjur, í Skálabotn, í Sandá, á Sandi og aðrastaðni.
Nú kanst tú so bert fiska hendan laks í Leynavatn, Mjáuvøtn og í Saksun.
Laksatíðin byrjar vanliga seinast í juli mánað og laksurin kemur niðan í ánna fram til septembur mánað. Laksatíðin varar vanliga til ½ oktober.
Stacks Image 272

Nýggir limir kunnu tekna seg við at senda her:

Stacks Image 257
Stacks Image 247

Vøtnini

Stacks Image 240

Belag & Nevnd

Stacks Image 233

Reglar

Stacks Image 226

Fiskikort & Gjald

TÍÐINDI


In Faroese language only.
Stacks Image 149
Stacks Image 135
Stacks Image 142
Stacks Image 128
Februar 2024
Frá Føroya Sílaveiðifelag.
Ársaðalfundur felagsins verður fríggjadagin 15/3-2024 kl. 19:00 á Glasi, bygningi 700, tað, sum fyrr æt Handilsskúlin, Janusargøta 2, 100 Tórshavn.
Skrá sambært lógum felagsins. Mál, ið limirnir ynskja viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera skrivlig og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 10 dagar innan aðalfundin.
Føroya Sílaveiðifelag
Góður limir,
Leynarvatn, Mjáuvøtn og Saksunarvatn er friðað.
Nevndin hevur frætt at laksur er sæddur fiskaður á Leynarvatn seinastu dagarnar. Vit vilja gera vart við at felagið leigar vøtnini í Leynum og Saksun frá bóndunum og vit í leigumálinum hava sett serstakar reglur í gildi har millum annað friðing frá 15 oktobur til 1 mai er orðað. Felagið roynur at varðveita og byggja ein laksastovn upp við útsetingum av yngli, hálvárssmolt og smolt. Tá laksurin er heimkomin og er sloppin undan at verða fiskaður av okkum og vónandi hevur gýtt og enntá yvirliva veturin, so er sera spell at hann verður fiskaður tá hann ger seg kláran til at fara á sjógv aftur. Tað er jú serliga hesin laksurin, sum megnar at yvirliva og koma aftur sum skal verða grundstøði í okkara stammu. So hesin fiskur skal hava allar møguleikar at koma fyri seg og sleppa á sjógv aftur. Um møguligur alifiskur er til, so má hann fiskast niðri í ósanum og ikki á vatninum.
So virði friðingina og hjálpi til at kunna onnur um og tað er ikki loyvt at fiska á nevndu vøtnum nú.
Vegna nevndina
Jón í Haraldsstovu
November 2023
Góðu limir
Óli Petersen okkara skrivari hevur hesa áheitan:
Vit, tvs. Føroya Sílaveiðifelag (FSVF), fingu eina játtan frá Tórshavnar kommunu í 2023 til at gera ábøtur framvið Sandá og Hoydalsá, men vit fingu eisini at vita í juni mánaða í ár, minnist meg rætt, at játtanin skuldi brúkast í ár. Av tí at skotbráið var so stutt og so langt var, og er, liðið út á árið, var ikki hugsingur um at gera nakað í áunum. Tí var ikki annað at gera enn at brúka peningin uppá til dømis skelting framvið Hoydalsá og Sandá. Vit hava gjørt uppskot til tekst og málið er nú hjá Tórshavnar kommunu. Eitt ávíst samskifti, fundur o.a. hevur verið millum Tórshavnar Kommunu og FSVF um ábøtur á Sandá og Hoydalsá, og kommunan gjørdi altso av at at játta FSVF eina upphædd; á fyrsta sinni og í fyrstu atløgu fyri 2023. Meira verður at frætta um hetta á aðalfundinum í mars 2024.
Í dag kom so ein fyrispurningur frá Tórshavnar kommunu, ið ljóðar soleiðis:
Hava tit eina mynd av einum síli, ið hevði hóskað á skeltini? Vit hugsa at koyra eitt síl í 30 cm stødd á skeltini, ið kann verða brúkt sum referansa. Um tit hava mynd og rættindi, ið vit kunnu brúka, so hevði tað komið væl við. Eg havi viðfest dømi her."
Tí vil eg spyrja tykkum sílafiskarar, um tit liggja inni við eini góðari mynd, ið kundi farið upp á skeltini, ið koma at vera til dømis í Sandagerði, við Mylluhylin, í ánni omanfyri Boðanesgjógv o.s.fr. Sum kunnugt er minstamát 30 cm, so tí er ikki so undarligt at tey spyrja um síl, ið hava á leið hasa støddina. So óført um onkur tykkara liggur inni við eini góðari mynd av einum síli á ca. 30 cm, ið tit halda kundi farið upp á skeltini.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.